Valið er títt, atkvøðan er tín

Týsdagin 13. november skulu havnaborgarar inn í atkvøðubúrið, at avgera hvør skal umboða borgararnar næstu fýra árini.
Eg havi við greinum seinnu tíðina grundgivið hví eg eri rætta valevnið, at umboða júst teg og allar hinar havnaborgarar næstu 4 árini.
Búskapur
Sitandi meirluti hevur gjøgnum farna valskeið prógva, at hædd ikki hevur verið tikið fyri, at ovurhonds stóru íløgurnar einaferð í tíðini skulu rindast aftur av okkum havnaborgarum. Skuldin er vaksin til 200 milliónir, og hyggja vit eftir vallyftunum, ið býráðspolitikarar í meirlutanum hava lagt fram í valstríðnum, verður skuldin mangt mangt slíkt tey næstu fýra árini. Tíksil mugu vit havnaborgarar standa saman um fólk, ið hava tað í huga, at einhvør lántøka skal rindast aftur umvegis okkara skattaprosent og harvið av okkum havnaborgarum.
Vinnulív
Tað hevur í høvuðsheitum bert verið hugsað í standmyndum og ítrottarannleggum. Vinnulívið hevur ongantíð verið í so ringari støðu, sum seinastu fýra árini við sitandi meirluta. Skjótt eru tað tvey ár síðan Bacalao lat aftur, og býráðssamgongan hevur ikki gjørt nakað sum helst fyri at eggja nýggjum vinnulívi til býin. Við einki at gera, hevur sitandi býráð somuleiðis sagt nei til fleiri arbeiðspláss og betri trivnað í býnum.
Bátahavn
Bátaeigarar í Tórshavn hava av álvara merkt hvussu hesin bólkurin av havnaborgarum er niðurraðfestur. Bíðilistarnir eru sera langir, og stórur tørvur er á eini nýggjari víðkaðari bátahavn fyri at nøkta tørvin hjá bátaeigarum í Tórshavn. Uppskot til nýggju bátahavnina í Álakeri hevur ligið í býráðnum í fleiri ár uttan, at nakar hevur tikið hetta fram. Sum skilst heldur verandi meiriluti tað vera betri at byggja rennibreytir og fótbóltsvøllir heldur enn at bøta um korini hjá bátaeigarum og ferðandi at vitja býin.
Eg bjóði meg fram, at umboða eina ábyrgdafulla búskaparstýring av Tórshavnar Kommunu. Eina kommunu, har vinnulívið trívist og skapar vøkstur og ein bý, har møguleikar og rættvísiskenslan fevnir um allar borgararnar.
Eg bjóði meg fram, at umboða teg, og vil føra tína rødd fram í býráðsarbeiðinum. Tískil vil eg heita á teg um at vísa mær tað álit týsdagin 13. november. Við tínum áliti fáa vit aftur eina sterka ábyrgdarfulla rødd í Tórshavnar býráð.