Valið er ikki millum loysing og samband

Oddagrein

 

Seinasta veljarakanningin vísir, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin fáa føroysku fólkatingsumboðini næstu 4 árini. Kanningin vísir samstundis, at Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, um løgtingsval var í dag. Hetta seinasta er ikki gjørt so nógv burturúr, hóast - ella kanska akkurát tí at - hetta er fyrstu ferð síðani seinasta løgtingsval, at Javnaðarflokkurin stendur til at gerast størstur.


Tað, at Tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð síðani seinasta val ikki stendur til at gerast størstur, má merkja, at veljarin hevur innsæð, at í innanlandspolitikki merkir ein atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum eina atkvøðu fyri Fólkaflokspolitikki.


Hví sær so øðrvísi út við fólkatingsvalinum?


Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga lívið í hvørjum øðrum. Hesir flokkar hava allan áhuga í at lýsa heimin sum verandi svart/hvítan. Teir neutralisera hvønn annan og koma at tryggja, at vit ongan veg koma viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni. Annar flokkurin vil ikki broyta og hin vil hava alt ella einki - og fær sostatt einki.


Millumloysnin er vegurin fram, men tá loysingarmenn ikki vilja hava nakað annað, enn teirra egna uppskot, so stendur alt í stað.


Seinastu fýra árini er millum lítið og einki hent á sjálvstýrisleið, og er tað stívrenda støða Tjóðveldisfloksins, ið hevur gjørt hetta. Klandur og konfrontatión førir ongan veg. Tað førir heldur ongan veg at ganga og rópa upp um avtalubrot og brot á altjóða mannagongdum o.s.fr.


Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fara at versna betýðiligt, um Tjóðveldisflokkurin fer at brúka fólkatingssessin, sum ein pall at dyrka sínar undirlutakenslur.


Tað verður skomm fyri Føroyar og fer at sáa iva um føroyskt sjálvræði, um tjóðveldismenn fara at aka á knøum fyri at krevja virðing og fáa danska Fólkatingið at viðurkenna føroyingar sum tjóð. Tað evni er slett ikki til diskussión. Vit føroyingar skulu ikki undirbrotliga spyrja danska fólkatingið eftir.


Vónandi vísir tað seg at gerast meira samsvar millum atkvøðubýti til løgtingsval og fólkatingsval. Polariseringin milum loysing og samband forðar fyri realpolitikki og fer bert at gera, at vit fara at standa í stað viðvíkjandi støðu Føroya í ríkinum.