Valið í Egyptalandi aftur ógildað

Ein dómstólur í Egyptalandi staðfesti í dag niðurstøðuna hjá stýrisskipanardómstólinum, sum í summar kom til ta niðurstøðu, at landsins tjóðarting er ikki valt sambært lógini.

Val var í Egyptalandi í november í fjør, sum teir islamistisku flokkarnir vunnu. Í juni ógildaði stýrisskipanardómstólurin valið, og stutt eftir bleiv tingið upployst. Eitt heryvirmannaráð tók við valdinum. Men í juli gjørdi Mohammed Mursi, forseti, av, at tingið skuldi koma samanaftur. Tveir dagar seinni ógildaði stýrisskipanardómstólurin ta avgerðina.

Nú er so ein dómur fallin í málinum, og hann staðfestir avgerðina hjá stýrisskipanardómstólinum at ógilda valið í november í fjør. Egyptar eru í ferð við at orða eina nýggja stýrisskipan, sum ætlandi verður liðug í ár, og tá hon er staðfest, skal nýtt tjóðartingsval haldast innan tveir mánaðir.