Arnbjørn Madsen
Valevni Tjóðveldisfloksins
Eitt sum eg serliga hefti meg við var, at Jan Christiansen kom inn á skattaprosentið. Hann segði m.a., at teir vildu arbeiða fyri at skattapr. í Havnini skuldi niður við _ prosentið, sum svarar til 10 mill.
Hava vit ráð til hetta? Hvussu skulu vit megna hetta, tá ið so nógv stór mál liggja fyri framman? Sjálvur nevndi hann ansingarstovnar, eldrabýli og búsetingar. Men tað eru nógv onnur mál sum eru líka so átrokandi sum hetta, og sum er sera kostnaðar mikið. Eg kann nevna m.a. skúlar, ringvegir, eystara kajøki og ikki minst kommunuskuldin, sum skal gjaldast niður.
Hann kom eisini inn á, at valevnini ikki áttu at gjara ov nógv út. Hesum eri eg samdur við honum í, men eg haldi heldur ikki at vit vælevni eiga at lova skattalætta nú. Kunnu vit sannføra borgarnar um, at vit vilja gera øll hesi stórmál sum liggja fyri framman, samstundis sum vit lova teimum ein skattalætta? Hesum ivist eg stórliga í.
Eg eri sannførdur um, at rættast er at gjalda skuldina niður skjótast gjørligt. Tá ið hetta er gjørt, kunnu vit seta skattapr. niður.