Fyri 20 minuttum síðani lótu valhølini í Íslandi aftur, og nú verður talt í teimum seks valdømunum. Enn er einki frætt um, hvussu stór luttøkan hevur verið, men Morgunblaðið skrivar, at valstøðini eru á einum máli um, at luttøkan var størri í dag enn á fólkaatkvøðuni í fjør um Icesave-sáttmálan.
Tey fyrstu tølini frá uppteljingini koma ætlandi um ein lítlan tíma.