Beint eftir klokkan 20 vórðu hurðarnar latnar aftur í Ítróttarhøllini á Hálsi, har valið til Fólkatingið fór fram Streymurin niðan í høllina á Hálsi seinasta tíman valhølið var opið, var ikki stórur. Tí kundu hurðarnar longu latest aftufr, tá klokkan var farin got tog væl av 20.
Eftir obligatoriska upprópið hjá valstýrisformanninum, Jens Marius Poulsen, um nakar var eftir, sum vildi velja, vórðu dyrnar læstar klokkan 20.07.
Stutt eftir kundi valstýrisformaðurin upplýsa valluttøkuna, sum gjørdist heldur lakari enn við fólkatingsvalið í 2005. Við brævatkvøðunum høvdu 7.608 veljarar greitt atkvøðu í dag móti 7.886 veljarum seinast. Tá vóru 72,2% av teimum, ið høvdu valrætt, á vali, í dag var luttøkan 68,9%










