Skulu vit geva øllum innivist merkir tað, at vit mugu prenta nógv fleiri síður og gevur hetta okkum nógvan eykakostnað. Fyri at tryggja øllum flokkum, at øll valevnini kunnu fáa allar sínar greinar við í blaðið áðrenn valið, hava vit gjørt av at taka avíst gjald frá flokkunum fyri valgreinar, sum svarar til hálvan lýsingarprís.
Sendið okkum myndir av valevnum. Tað hevði lætt munandi um, fingu vit tilfarið teldutøkt, tvs. antin latið okkum sum teldupostur ella á diskili. Annars er faxnr. okkara 314720. Roynið eisini og avmarkið greinar til eina A 4 síðu. Merkið tilfarið
"Fólkatingsval".
????????????????????????????????
Blaðleiðslan