Týsdagin 8. januar kl. 15 verður valfundur í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn.
Evnið á fundinum verður umstøðurnar hjá teimum eldru
Á fundinum verður pallborð, har eitt umboð frá hvørjum flokki fær høvi til at svara spurningum.
Eitt av høvuðsevnunum á fundinum verður, hvørjar visjónir politikararnir hava fyri umstøðurnar hjá teimum eldru, ið ikki enn hava tørv á at fara á ellisheim.
Aftaná verður kjak.
Orðstýrari verður Anna V. Ellingsgaard.










