Javnaðarflokkurin skipar fyri valfundi sunnudagin 30. august klokkan 16. Fundurin verður á Skúlanum við Løgmannabreyt. Allir flokkar eru við.
Við á fundinum verða 2 valevni úr hvørjum flokki. Valevnini fáa høvi at tosa frá hjartanum, og síðani kunnu fundarluttakararnir spyrja valevnini um spurningar, sum tey ynskja vita meira um.
Tey, sum higartil hava boðað frá luttøku, eru:
Fyri A: Hanus Samró
Fyri B: Gitte Klein
Fyri C: Aksel Johannesen, formaður, og Kristianna Winther Poulsen
Fyri D: Zacharias Wang
Fyri E: Høgni Hoydal, formaður
Fyri F: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Bergun Kass
Fyri H: Rani Andrasson Skaalum og Vilhelm Hendrik í Skálanum
Javnaðarflokkurin vónar at nógvir veljarar koma á fundin og nýta høvið at hitta valevnini og fáa meira at vita um, hvørjum valevnini ynskja at arbeiða fyri.









