Politisku valfeløgini í Eysturoynni hava á fundi skipað fyri politisku valfundunum í Eysturoynni upp undir løgtingsvalið.
Fundirnir verða soleiðis:
týskvøldið 21. apríl í Eyduni á Oyrarbakka
hóskvøldið 23. apríl í Ítróttarhøllini á Skála
fríggjakv. 24. apríl í Ítróttarhøllini á Kambsdali
mánakvøldið 27. apríl í Ítróttarhøllini í Runavík
Allir fundirnir verða kl. 20.
Fundirnir verða skipaðir soleiðis, at hvør flokkur í innleiðandi umfarinum fær 4 minuttir í part.
Síðani verður aftur eitt umfar á 4 minuttir til hvønn flokkin, har møguleiki verður at svara spurningum frá fyrra umfarinum.
Síðan verður høvi hjá fundarfólkinum at seta fram stuttar og konkretar spurningar. Til at svara hesum spurningum fær hvør flokkur 6 minuttir.
Fundurin endar við, at hvør flokkur fær 4 minuttir í part.