Valfundir – ein møguleiki at koma til orðanna

Til: kommunur, politiskar flokkar, kommunufeløg

Vit í Demokratiu loyva okkum hervið at heita á tygum/tykkum um at skipa fyri valfundum í øllum kommununum, soleiðis at øll valevni hava møguleika at koma til orðanna og greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava fyri sínum arbeiði í kommunustýrinum.

Slíkir valfundir eru harumframt eitt gott og neyðugt høvi hjá borgarunum at fáa innlit í tað, sum valevnini standa fyri og vilja arbeiða fyri, og harvið fáa eitt skikkað grundarlag fyri at velja, hvørjum tey skulu atkvøða fyri.

Nú kommunuvalið nærkast, herðist stríðið um atkvøðurnar. Bæði í bløðunum og á portalinum síggja vit valgreinar og lýsingar, har valevni geva lyfti og heita á veljarar um at fáa atkvøðuna.

Fyri valevni kann tað kosta nógvan pening at koma til orðanna, um einasti møguleiki er at skriva lesarabrøv í dagbløðunum ella at hava lýsingar, antin í bløðunum ella á internetinum. Hetta kann merkja, at fleiri valevni ikki hava møguleika fyri at verða hoyrd og at fáa sín boðskap út til veljararnar.

Av hesi orsøk heita vit í Demokratiu á allar kommunur og politiskar flokkar um at skipa fyri valfundum.