Valfepur í Klaksvík3

Klaksvíkin er sum so nógv onnur pláss í Føroyum merkt av politikki hesar dagarnar. Á arbeiðsplássum verður tosað um politikk í kaffipausunum, og á gongubreytini verða meingingar um øll tey ymsu valevnini havd á lofti.
Sosialurin hevur verið ein túr í býnum og máta valfepurin á staðnum


Óli Biskopstø, starvast hjá F.K.
- Valfepurin merkist onkrastaðni, kanska serliga á arbeiðsplássunum. Á mínum arbeiðsplássi verður øgiliga nógv tosað um øll møgulig evni, men tað eru mest tey tilkomnu, sum siga nakað.
Tey ungu tosa ikki so nógv, men hava hóast tað ein áhuga fyri politikkunum.
- Sjálvur havi eg avgjørt, hvør fer avstað við mínari atkvøðu. Men tað ætli eg mær ikki út við her.