Valfepur í Klaksvík2

Klaksvíkin er sum so nógv onnur pláss í Føroyum merkt av politikki hesar dagarnar. Á arbeiðsplássum verður tosað um politikk í kaffipausunum, og á gongubreytini verða meingingar um øll tey ymsu valevnini havd á lofti.
Sosialurin hevur verið ein túr í býnum og máta valfepurin á staðnum


Gudny Benjaminsdóttir, skrivstovukvinna
- Eg merki ein stóran valfepur her á arbeiðsplássinum. Vit eru øll sera ymisk og hava øll okkara meining, so nógv verður kjakast aftur og fram í pausunum.
Eisini í býnum merkir man nógv til valfepurin, fólk hava nógv størri áhuga í løgtingsvalinum nú enn seinast.
- Sjálv havi eg fyri langari tíð avgjørt, hvør fær mína atkvøðu, og hesu avgerð haldi eg fast við.