Klokkan 13.30 í gjár steðgaði ein bussur við 30 klaksvíkingum í uttan fyri Heilsumálaráðið í Havn.
Ørindini voru at handa John Johannesen, landsstýrismanni 4000 undirskiftir frá fólki, sum vilja verja Klaksvíkar Sjúkrahús.
Umframt starvsfólkini á sjúkrahúsinum møttu eisini fleiri valevni úr Norðoyggjum. Tey komu frá fleiri politiskum flokkum.
John Johannesen segði, at hevði tað ikki verið so tætt upp undir val, hevði hann boðið teimum inn í aðalráðið, men upp undir valið virkar ráðið ikki á sama hátt sum annars, og hann vildi verja starvsfólkini í ráðnum.
Tískil tók hann ímóti gestunum beint innan fyri inngongdina.
Hann tók átakið sum, at tey vóru góð við heilsuverkið.
John Johannesen bedýraði, at ætlanin ongantí hevur verið at niðurlaga virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Arbeiðið á teimum trimum sjúkrahúsinum eigur bara at verða samskipað, soleiðis at mest fæst fyri hvørja krónu.
Hann nevndi sum dømi, at ov lítið verður gjørt við endurvenjing á sjúkrahúsunum. Nakað verður gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og nakað á Landssjúkrahúsinum, men umstøðurnar til endurvenjing eru tær bestu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hví so ikki hava endurvenjingina har? Hví skulu bæði Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús hava ortepedi? Hví ikki bara hava hana á Klaksvíkar Sjúkrahúsi burturav.
Allar tær stóru viðgerðirnar eiga at verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum, tí tað hevði økt um ekspertisuna hjá starvsfólkunum har.
Eftir at John Johannesen hevði hildi sína røðu, sum hann ikki duldi fyri at vera politiska, vórðu gestirnir bodnir til ein drekkamunn í matarhøllini á Landssjúkrahúsinum.
- So góð eru viðurskiftini millum sjúkrahúsini, segði John Johannesen.