Leygardagin kl. 15 verður ein øðrvísi valfundur í ítróttarhøllini í Runavík, har valevni til løgtingsvalið skulu vinna glímingardystir fyri at vinna sær talutíð.
Nú løgtingsvalið nærkast, eru bæði bløð og heimasíður á tremur við alskyns valagni. Men tó er eisini tørvur á valfundum, har samskifti er øðrvísi og meira beinleiðis.
Talutíð er ein av høvuðstættunum á slíkum fundum, men seinnapartin leygardagin verður ítróttarhøllin í Runavík karmur um ein valfund, ið hevur meira enn bara røður at bjóða.
Tað er NSÍ, sum skip-ar fyri fundinum, har uppstillaðu flokkarnir skulu møta við fimm valevnum í part, sum skulu glímast móti hvørjum øðrum fyri at vinna sær talutíð.
Hetta fer alt samalt fram á einum serligum 16 fermetur stórum vígvølli við einari bleytari máttu, so politikararnir mugu savna tankarnar um bæði at halda sær á fótum og at glímast.
Um miðjuna hevur hvørt valevni fýra ballónir, og hvørjar ferð tvey valevni bresta saman á vígvøllinum, ræður um at bresta ballónirnar hjá mótstøðumanninum ella -kvinnuni.
Vinnarin av hesum glímingardystunum vinnur sær ein minutt av talutíð, og skal røðan haldast beinanvegin.
Tá glímingin er av, fær flokkurin við flest sigrum 10 minuttirs talutíð, nummar tvey fær 7 minuttir og nummar trý 5 minuttir. Hinir flokkarnir fáa tveir minuttir í part.
Hesin sermerkti valfundurin byrjar í ítróttarhøllini í Runavík seinnapartin leygardagin kl. 15, og kosta atgongumerkini 50 krónur. Orðstýrari er Hilmar Jan Hansen, og dómarar eru Jákup Mortensen og Jónsvein Knudsen.











