Fyrrverandi franski forsetin Valery Giscard d’Estaing doyði í gjárr. Tað skriva útlendskir miðlar í dag. Han var forseti í Fraklandi frá 1974 til 1981.
Familjan hevur sagt, at deyðsorsøkin hevði samband við, at fyrrverandi forsetin var smittaður við koronusmittu. Jarðarferðin verður privat hátíðarløta, so sum Valery Giscard d’Estaing sjálvur ynskti tað.
Seinast hann var alment frammi var 30. September í fjør, tá fyrrverandi forsetin Jacques Chirac fór til gravar.
Valery Giscard d’Estaing gjørdist 94 ára gamal.











