Valur er fremst við fullum stigatali

Liðið hjá Allani Norðberg hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali tóku í kvøld móti Fram í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Valur vann fjórða dystin av fýra møguligum í bestu deildini hetta kappingarárið, og Valur er einsamalt oddalið við fullum stigatali. Valur hevur átta stig.

 

Valur vann dystin 34-30. Í steðginum var Valur á odda 19-17.

 

Stóra hetjan hjá Vali var málmansveteranurin, Björgvin Páll Gústavsson sum við 20 bjargingum átti sín stóra lut í sigrinum hjá Vali.

 

Komandi hóskvøld spælir Valur á útivølli móti HK í Kópavogi.