»Valentinsdagur er skaðiligur«

Meiningarnar um Valentinsdag, sum er í dag, eru ymiskar. Tað eru tey, ið halda at dagurin er romantiskur og hugnaligur, og so eru tað onnur, ið halda at hann er beinleiðis skaðiligur fyri samfelagið.

 

- Valentinsdagur er skaðiligur, og vit áttu øll at boykotta hann, segði Finnur Koba í kjaki, sum Rás2 hevði fyrrapartin.

 

Umframt Finn Koba vóru Sissal Kristiansen og Janus Rein við í kjakinum um Valentinsdag.

 

- Føroyingar eru kanska tað mest óromantiska fólkaslagið á jørð, og um 14. februar kann hjálpa okkum at seta eitt sindur lív í tey fólkini, sum goyma seg fyri romantikkinum, so er tað fínt, segði Sissal Kristiansen.

 

- Tað er fínt at halda Valentinsdag, og her í Føroyum taka vit dagin róligt. Her er tað ikki sum í Bretlandi og USA, har fólk næstan fáa eitt nervasamanbrot, um tey ikki fáa eitt Valentinskort, segði Janus Rein.

 

Hoyr lívliga kjakið á Rás2 niðanfyri