Enska sjónvarpsstøðin Setanta hevur gjørt ein lista við teimum fótbóltsvøllunum kring Europa, har besti stemningurin er. Ovast á listanum er heimavøllurin hjá spanska felagnum Valenica. Í hølunum á Valencia koma Liverpool, Marseille, Galatasaray, Portsmouth, Dortmund, Celtic, Roma, Olympiakos og Feyenoord. Og á 11. plássi kemur svenska felagið Hammarby, sum KÍ spældi Europa Cup dyst ímóti í fjør.









