Nú vita vit so endiliga og soleiðis, at tað kann ikki misskiljast, hvørjum føroyska samfelagið, heimastýrið, hálva sjálvstýrið, tóma fullveldið, hevur brúk fyri, og, ikki minst, hvørjum ikki er brúk fyri hvønn arbeiðsdag.
Ella, fyri at siga tað bart út sum tað er: hvør kann sleppa at doyggja av svínakrími, uttan at hini missa nakað, og samfelagið fer av kósini, tað heldur seg halda.
Ovastu heilsumyndugleikar hava skorið í gjøgnum, umfarssóttarbólkurin hevur talað. 11.500 okkara, ella tykkara, eg eri ikki millum tey útvaldu, sleppa inn í vaksinuríkið.
Okkum hinum 37.103 kann samfelagið klára seg uttan, í tíggju dagar ella forever. Vit kunnu eiga ússaligu almennstøðuna, feburin, pínuna í liðunum, leysa lívið, ja, í ringasta føri mista lívið. Vit eru HINI, tey burturriknu.
Men hvørji eru tey so, hasi útvaldu? Jú, millum annað tey, sum eru 63 ella 64. Tey, sum arbeiðsmarknaðurin annars ikki plagar at leggja so nógv í. Tey eru ov gomul og hava ov nógvar royndir, duga ov væl. Tað er annars fyri at tey útvaldu kunnu arbeiða, at tey skulu verjast.
So eru tað tey, sum longu eru sjúk og ikki akkurát hava brúk fyri einari sjúku afturat. Tey spikafeitu, sum skulu hava eina serliga langa nál. Í einum orði: vandabólkarnir.
Síðani koma tey, sum veruliga eru ómissandi, brandmenn, politistar, dómarar, kommunulæknar, teir eru so fáir, at verður ein sjúkur, eru teir 20% færri, embætisfólk hjá politikarum, politikarar og deildin fyri alment diplomati og allar hinar deildirnar í Uttanríkisráðnum.
Tey trý statsvaldini skulu verjast móti svínakríminum. Tey eru ikki í vandabólki, men okkurt teirra er ein vandabólkur fyri onnur.
Nú spyr tann árvakni lesarin: hvussu við fjórða statsvaldinum? Statsvaldið, sum skal verja fólkaræðið móti hinum statsvaldunum.
Vit hava einki fjórða statsvald í Føroyum, svarar lesarin, sum er meira árvakin enn tann fyrri.
Fjølmiðlarnir fáa annars skyldina fyri at festa í óttan, hvørja ferð onkur nýggj sjúka kemur, og tey, sum gera heilivág, hava brúk fyri at selja meiri heilivág og nýggjan heilivág.
Nú eru vit ð menniskju og z menniskju. Z, vit, sum noyðast at standa úti í myrkrinum, meðan ðini fáa sína sproytu inni í tí himmalska neonljósinum.
Útvalt er eftir donskum leisti sjálvandi.Tí eru tey, sum lesa morgunlestur í útvarpinum ikki millum tey útvaldu, ikki her í hvussu so er, men kanska uppi har. Heldur ikki tey, sum skifta dekk á bilum, grindaformenn ella klandursvætti. Og skemtarar, sum prika, fáa ikki prikið.
Eina ferð segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, at stættarstríðið var endað, liðugt og vunnið. Og so fór flokkur hansara at minka.
Nú eru tvær stættir aftur í Føroyum. Ein, sum skal verjast, og ein, sum ikki er til – og sleppur undan hjáárinunum. Har er klassamunur.
Og minnist nakar fyri alt tað fuglakrím, sars, hiv, neytaøði, ebola, influensu, syfilis?