Veljarar í Kalifornia valdu eina deyða kvinnu, framum ein livandi mann. Tað gjørdist í øllum førum úrslitið.
Valevni hjá Demokratunum, Jenny Oropeza fekk 54 prosent av atkvøðunum, meðan hennara mótstøðumaður John Stammreich fekk 40 prosent.
Hetta hendi hóast at kvinnan doyði av krabbamein 20 oktobur.
Nú skal guvunørurin í Kalifornia útskriva eitt serstakt val, fyri at fáa valt onkran í sessin, sum Oropeza skuldi hava í senatinum í Sacramento.










