Valdu diplomat úr Libya

Hóast hvøss mótmæli úr USA er ein libyskur diplomatur valdur til formann í mannarættindanevndini hjá ST.
Vanliga verður formaðurin í mannarættindanevndini tilnevndur, men hesaferð var neyðugt við beinleiðis atkvøðugreiðslu, og tað er ongantíð hent, síðani nevndin varð skipað fyri 56 árum síðani. USA var harðliga ímóti at lata ein mann úr Libya fáa formanssessin, men tá atkvøtt varð, fekk tann libyski diplomaturin 33 atkvøður, 17 lond atkvøddu ikki, og trý lond atkvøddu ímóti. Eitt teirra var USA.
Formansskapurin í mannarættindanevndini gongur upp á skift millum teir 5 heimspartarnar, og hesaferð átti Afrika tørn. Tann nýskipaði afrikanski eindarfelagsskapurin samtykti herfyri, at Libya skuldi umboða heimspartin næstu tvey árini.