Valdsnýtsla í fólkaskúlanum

Fróði Joensen

Heldur skelkandi at frætta í Degi og Viku 2 juni, at mentamálaráðið finnur tað neyðugt at lýsa kunngerð, ið gevur lærarum heimild at nýta " vald í hóskandi vavi" um næmingar ikki skikka sær.

Í okkara døgum kemur tíbetur sjáldan fyri, at næmingar vera likamliga hartaðir í skúlanum av lærarum, men fer ein tílík orðing av kunngerðini at geva tílíkum lærarum fríari ræsur at nýta vald, sum teir síðani altíð kunnu pástanda var neyðugt sum støðan var.

Hóast uppaling av børnum er ábyrgd foreldranna, hevur skúlin/lærarar eisini ein stóran leiklut mótvegis næmingum at seta normar fyri atburð og samskifti við onnur. Tí mátti heldur verið umráðandi hjá skúlaverkinum at halda fast um, at harðskapur eins og aðrastaðnis í samfelagnum ikki er ein góðtikin verumáti, hvørki hjá næmingi ella lærara. Alt annað er ein glíðibreyt, har eingin veit, hvar vit enda, tí hvør skal meta um, nær valdsnýtslan var hóskandi?

Við størri flokkum, øktu krøvum í nýggju fólkaskúlalógini og vaksandi tali av næmingum við serligum tørvi er tað væl skiljandi, um einstakir lærarir og skúlar kenna seg ikki makta allar uppgávur, men at legalisera valdsnýtslu og harðskap hoyrir fortiðini til, loysir ongar trupulleikar og er undir øllum umstøðum bæði ósømiligt og ómentað.