Fótbóltsdómararnir mugu halda seg til spælireglurnar, har teir døma innanfyri hvítu strikurnar.
Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. Tað vandamesta, sum kann henda í málinum um leikbannið til Sigfríð Clementsen, er, um Kappingernevndin boyggir seg fyri einum møguligum trýsti frá fótbóltsdómarafelagnum.
Tað skal ikki skiljast so, at vit á hesum síðum eru samd í úrskurðinum, sum varð feldur, tá Víkinga-venjarin fekk tann eina dystin, og sum vit áður hava víst á, so var talan um ein hampuliga merkisverdan dóm.
Spælireglurnar eru nú einaferð soleiðis, at vit eisini innan fótbóltsheimin hava eitt tríbýtt – skítbýtt segði onkur – valdsbýti, og hetta er sjálvur bulurin í rættartrygdini, sum altíð eigur at vera.
Tað gongur millum annað út uppá, at dómararnir døma tað, sum fyriferst á vøllinum og í hesum eru hendingar kring dystin eisini roknaðar. Tá ein møgulig revsing skal ásetast, eru tað Kappingarnevndin – evt. eisini Aga- og Yvirkærunevnd – sum áseta hesa, og verður hetta gjørt við grundarlagi í dómarafrágreiðingini. Og skulu broytingar gerast i arbeiðslagnum hjá hesum nevndum, soleiðis at revsing fyri ávíst brot skal herðast ella linkast, so verða slíkar broytingar framdar ímillum kappingarár – ikki í einum kappingarári.
Júst hetta seinasta er so sera grundleggjandi. Ynskja dómararnir eina øðrvísi mannagongd, so mugu teir tosa sína søk, so orðingarnar í lógartekstinum verða broyttar komandi vetur. Vanlukkan vildi verið, um Kappingarnevndin í einum møguliga komandi føri fer at døma einum venjara tveir dystir fyri sama brot, sum Víkingavenjarin gjørdi seg sekan í fyri trimum vikum síðani.
Klumman í Sosialinum frá manadegnum 14. apríl
Jákup Mørk