Ein flogskipari hjá flogfelagnum Ryanair var so óheppin at seta flogfar sítt á skeivan flogvøll í gjár.
Flogfarið var á veg úr Liverpool til Londonderry í Norðurírlandi við 39 ferðafólkum, men ístaðin fyri at lenda á Derry-flogvøllinum valdi flogskiparin at seta flogfarið á ein hernaðarflogvøll í Ballykelly fimm kilometrar longri vesturi.
Ein talsmaður hjá Ryanair segði í gjár, at eftirlitstornið á Derry-flogvøllinum gav flogskiparanum lendingarloyvi, men at flogskiparin helt hernaðarflogvøllin vera Derry-flogvøllin. Nú skal málið kannast.