Júst ein mánað, frá 30. apríl til 30. mai 2007, var Lars Emil Johansen landsstýrismaður í grønlendskum fíggjar- og uttanríkismálum. Seinnapartin í gjár handaði hann Hans Enoksen, landsstýrisformanni, umsókn um at sleppa frá beinanvegin, og tað slapp hann.
Tá Lars Emil Johansen gjørdist landsstýrismaður tann 30. apríl, segði hann, at hann ætlaði sær at halda fram sum fólkatingsmaður, tí hann vildi sleppa at gera arbeiðið í grønlendsk-donsku Sjálvsstýrisnevndini liðugt. Hann fekk eisini áheitan um at halda fram í nevndini. Men tann serliga valnevndin hjá Landstinginum vildi ikki góðtaka, at Lars Emil Johansen var bæði landsstýrismaður og fólkatingsmaður, og tí gjørdi hann av at siga landsstýrissessin frá sær.
-Eg leggi sera stóran dent á mítt arbeiði í Sjálvsstýrisnevndini og ætli mær at halda fram í nevndini, til álitið er liðugt, segði lars Emil Johansen í tíðndaskrivi í gjárkvøldið.
Fyribils røkir Hans Enolsen, landsstýrisformaður, fíggjarmálini, og landsstýrismaðurin í lógar- og familjumálum, Aleqa Hammond, røkir uttanríkismálini fyribils, til nýggjur landsstýrismaður verður tilnevndur tann 21. september, tá Landstingið kemur samanaftur.