Valdi sítt egna fram um gott starv

Í eini kjallaraíbúð í Gundadali situr sjálvlærdi sniðgevin handan Shisa Brand og stríðist við framleiðslum sínum. Enn er hetta als ikki nakað, sum Sissal Kj. Kristiansen kann liva av, men frælsið í egnari fyritøku og tilvitskan um at arbeiða 100% eftir egnari sannføring eru drívmegirnar, sum skapa ein nýggjan sprota innan føroyska sniðgeving

- Lívið hjá mær er avgjørt ikki vorðið lættari, men eg havi eitt fantastiskt frælsi til at gera tað, sum eg brenni fyri.

Orðini eigur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sum í fjør summar fór úr tryggum og góðum starvi hjá Sendistovuni. Hon hevði tikið endaliga avgerð um, at hon skuldi verða sjálvstøðug vinnurekandi, og ikki minst er tað egna klædnamerkið, Shisa Brand, sum fer avstað við størsta partinum av tíðini. Í løtuni ger hon eina kaffihettu um dagin og tvær troyggjur um vikuna, nakrar taskur liggja í køini, samstundis sum hon skal royna at halda fast um kreativitetin, men hóast næstan óteljandi arbeiðstímar, so angrar hon ikki eitt sekund, at hon valdi tryggu tilveruna frá.

- Ikki tí at eg fái livað so væl av Shisa Brand einsamalt. Eg havi eisini aðrar uppgávur av ymsum slag, sum eg átaki mær. Hetta er neyðugt, um eg skal forvinna nóg mikið av peningi – og tað var eisini tankin allatíðina tá eg valgdi at gerast sjálvstøðug. Men sum sjálvstøðug hevur tú frælsið til at siga nei, um tú ikki tímir. Tað havi eg so ikki sagt til nakra uppgávu enn, men tað er ein góð kensla at vita, at tú hevur møguleikan.

- Sjálv havi eg eisini tikið til, at eg nú haldi meg skilja, hvussu samkynd hava tað, tá tey spretta. Tað verður ikki lættari, men eg trúgvi, at tú ert glaðari við at vera erlig móti tær sjálvari. Í mínum føri er munurin kanska, at eg kann spretta innaftur, um tað vísir seg, at hetta kortini ikki var tað.


Kiksað erma var startskotið

Tað var annars ikki júst eitt starv innan klædnavinnuna, sum lá í kortunum frá barnsbeini. Sum við so nógvum øðrum, so var tað ein av lívsins tilvildum, sum brádliga gjørdi Sissal varuga við, at hennara ítriv eisini var nakað, sum kundi seljast, og sum hon kanska kundi liva av.

- Eg havi ikki nakra útbúgving innan vinnuna, men tað at skapa og handverkið sjálvt hevur altíð havt mín stóra áhuga. Og so liggur tað í familjuni.

- Eitt nú havi eg altíð bundið nógv, og ta einu ferðina hevði eg bundið eina ov stóra ermu til eina skipstroyggju. Eg tímdi ikki at rekja hana uppaftur, so tá eg hevði bundið ermar av nýggjum, var framvegis ein ov nógv.

- Eitt, sum ofta hevði forargað meg, var, at termohetturnar til stempulkannur vóru so vánaligar, at kaffi kólnaði alt ov skjótt. Og so kom hugskotið um at seymað stóru ermuna til eina kaffihettu. Tað var nakað, sum fleiri løgdu merki til, og hetta gjørdist so byrjanin til tað, sum eg nú brúki stóran partin av tíðini uppá, sigur Sissal.

Tí hetta vant skjótt uppá seg. Taskur, húgvur, troyggjur og ryggsekkir vóru millum tað, sum Sissal tókst við. Í 2008 fekk Shisa Brand eisini sín egna Facebook-profil, har tey vitjandi kundu síggja nýggjar vørur frá skapandi hondunum hjá Sissal.

- Aloftast hevur processin verið tann, at eg havi skapt nakað út frá mínum egna tørvi. Viðvíkjandi klæðum er tað so, at eg passi ikki øll vanlig klæði, og tí havi eg í fleiri førum skapt míni egnu klæði. Og verðu tað væl móttikið, so royni eg at arbeiða víðari við hugskotinum. Tí kemur tað meira enn so fyri, at mínir egnu lutir eru hálvkiksaðir, tí teir innihalda øll mistøkini, sum verða gjørd í fyrstu framleiðsluni. Tillagingarnar og víðari menningin kemur so í næsta stigi, og tá eri eg ofta munandi betur nøgd um úrslitið.

- Og so er tað fantastiska gevandi, um eg brádliga síggi onkran heilt fremmandan nýta mínar vørur. Millum ár og dag havi eg gjørt ymiskt, sum vinkonur og onnur, ið eg kenni, hava keypt. Men tað gevur veruliga eitt kick, um eg brádliga síggi onkran púrasta fremmandan ganga við onkrum av tí, sum eg havi gjørt.

- Skal eg sjálv tosa um, at nakað hevur eyðkent mítt handverk, so er tað, at eg eri trúføst móti mær sjálvari. Mær dámar væl at binda – serliga við Sirri-tógvi, mær dámar væl leður og nittur, og so dámar mær væl tankan um endurnýtslu. Hetta seinasta er heldur trupult at fáa nakra framleiðslu úr, tá rávøran ikki altíð fæst, men í aðrar mátar haldi eg, at mínar vørur hava síni egnu eyðkenni. Eitt nú nummarplátutaskan, sum eg eri nóg so errin av.


Avritan er stuldur

Nakað annað er, at Sissal tilvitað eisini roynir at skapa sítt egna.

- Fyrst og fremst, so orki eg ikki fyri, tá kopiering verður framd. Coco Chanel hevur altíð rætt, og hon skal hava sagt, at um tú ikki verður kopierað í hesi branchuni, so hevur tú eitt problem. Men samstundis er hetta í mongum føri beinleiðis stuldur, tí hetta er jú at stjala tað, sum onnur hava skapt. At fáa íblástur er gott, at avrita er stuldur. Sjálvandi kunnu fólk siga, at stjørnu-troyggjan ikki er serliga trupul at binda, og tað kunnu tey væl hava rætt í. Men at skapa tað einfalda er so sanniliga trupult, og tað er ein vanvirðing av sniðgevunum, um tú heldur, at tú bara uttan víðari kann avrita hugskotið.

- Og har haldi eg, at vit føroyingar hava nakað at læra. Hyggur tú at svensku tónleikavinnuni, so er hon ein fantastisk succés-søga, júst tí allir aktørarnir hava trýst hvønn annan til at gerast betri og betri. Har er tað sum at tey hava ment hvønn annan í felag – ikki við at kopiera, men við at skapa eitt uppbyggjandi umhvørvi, har hvør hevur sítt men standardurin veksur av umhvørvinum. Kundu vit fingið nakað av tí sama her heima, so kundi handverksvinnan ment seg til eina týðandi vinnu, sum eisini ferðandi vildu brúkt nógvan pening uppá.


Stórar vónir um seyðatroyggju

Nýggjasta kreatiónin hjá Sissal er sonevnda seyðatroyggjan, sum eisini sæst her á síðuni. Enn er Shisa Brand ikki nakað, sum Sissal fær livað av, og sjálv ivast hon í, um tað nakran tíð verður so, at hetta einsamalt verður fíggjarliga gevandi hjá sær. Men fyri tað er spenningurin stórur um troyggjuna, sum nú kann fáast til keyps.

- Partvíst er hetta fyrsta ferðin, at eg veruliga standi fyri eini framleiðslu. Hetta á tann hátt, at eg nú havi fingið nakrar bindikonur at hjálpa mær. Áður havi eg altíð staðið fyri allari framleiðslu sjálv, men tað er avmarkað, hvussu nógv eg nái at framleiða einsamøll. Samstundis ræður um hjá mær, at fleiri av hesum troyggjunum koma út við mínum merki á beinanvegin. Eg má ognartaka mítt egna snið við at tryggja at fólk seta troyggjurnar í samband við Shisa Brand – og keypa hana frá Shisa Brand - heldur enn at tey brádliga fara at binda tær sjálvar.

- Eftir er so bara at vita, um hetta kann verða mín stjørnu-troyggja ella mítt turriklæði, skilt á tann hátt, um hetta kann verða vøran, sum ger Shisa til eitt veruligt brand.

- Eg haldi sjálv, at mær væntar útbúgving innan yrki. Eg kenni ofta á mær, at mær tørvar nøkur amboð í processini, sum tað er at skapa eitt klædnaplagg. Og so er tað hetta hárfína markið. Tað er beint kring hetta, at tú rakar tað geniala, sum kann verða ein stór succés. Og tað kann verða trupult at raka so nær markinum uttan at detta yvir í tað gimmuta. Tekur tú aftur stjørnutroyggjuna, so er hon ótrúliga einføld, men júst hetta er so framúrskarandi við henni. Og onkursvegna skal eg raka nakað av tí sama, um nakað so gimmut sum ein seyður skal blíva til eina feita troyggju, sigur Sissal Kj. Kristiansen.