Valdið á Nesinum

Í Punktum.FO nr. 195 er ein grein við heitinum ”Valdið á Nesinum”. Greinin vil vera við, at klandrið ella ”gølan” í Tinganesi hevur sín upp­runa í ágangi á løgmans­stjórastarvið, og sum byrjaði í 1998. Ágangur, soleiðis at skilja, at øki, sum hoyrdu stjóraembæti­num til, í fleiri førum hvurvu á aðrar hendur

Hetta er óivað satt, men vit skulu longri aftur í tíðina, fyri at finna tann reyða tráðin.

 

Fyrstu ferð at álvarsligur ágangur varð framdur ímóti meginumsitingina var í 1963: Á loftinum í Tinghúsinum var eitt arkiv við almennum skjølum. Hetta arkivið var av sonn­um eitt satt listaverk, sum við fagurskrift og akkura­tessu valla hevði sín líka um okkara leiðir. Sanniliga lagt úr hondum av einum manni (ætlandi Gunnar Winther, løgtingsgrann­skoðara) við serstøkum evnum og listaligum vakur­leikasansi. Ein dagin, tá ið hann, ið hetta skrivar, skuldi á tingloftið at finna ávís skjøl í arkivinum, lá alt listaverkið hjá Gunnari Winther sundursorlað tveitt út á gongina. Tað vísti seg, at ein politiskur flokkur skuldi brúka arkivplássið til fundarhøli. Arkivið end­aði óivað á brenni­støðini. Hvussu slíkt kundi fara fram í sjálvum tinghúsi­num, er trupult at skilja.

 

Í 1985 uppstóð ein nýggjur ”politikkur” úti í Tinga­nesi, sum m.a. førdi við sær, at skrivstovustjórin í landsstýrinum og skriv­stovustjórin á gjaldstovuni vórðu elimineraðir á síðu­spor, og eitt nýtt púra ómotiverað og óprofessio­nelt hierarki við einum proklameraðum forstjóra á odda uppstóð, og ein pro­fessionel 40 ára gomul almenn meginumsiting sprotnaði og fór upp í seymingini.

At ein amatørur í høvuðs­fyrisiting var komin á rók­ina við kommiserkendum handalagi fekk álvarsligar og sera óheppnar avleið­ingar. Onkur gamal á garði, sum ikki orkaði at ”troða dansin”, bað tess­vegna um at vera loystur úr starvi.

Sum árini gingu, varð so endin tann, at hjálp mátti fáast úr Danmark (Norman Christensen) at byggja eina nýggja høvuðsfyriting, sum vónandi mennur seg sterka og trygga við van­lig­um viti og skili ovast á breddanum.

 

1998/01 gjørdist á Nesi­num framhald av 1985 /88. Men tá varð eisini Olju­málaráðið (við ongari olju) sett á stovn fyri 90 milli­ón­ir. Sjálvstýris­málráðið kon­struerað fyri 58 milli­ón­ir. 366 milliónir av almennum peningi oyramerktar til skúlaverk og almanna forsorg tveittar á bláman. (Átti at komið í Guiness). Og so framvegis.

Hol fór á svullin í 2008 við sera álvarsligum, men eisini tragikomiskum avleiðingum.

 

Verður samfelagsins nerva­skipan pínd og niðurbrotin við siðspillandi avleiðing­um, kann talan verða um nepotismu, eitt virus sum gevur vinum og kenning­um serrættindi í politiskari umsiting og í høgum almennum størvum. Úr hesum virusi sprettur servilitetur, tað vil siga undirbrottligheit og sleisk­ni. Avleiðingin av hesum gerst dekadenca – forfall – í politisku og al­­mennu fyrisitingini, og vanlig eyðkenni eru, at meting um moral dettur sundur og fremur evnaloysi í spurn­ingum um rangt og rætt.

Ein kendur filosoffur hevur sagt, at tá ið broyting, kollvelting hevur fingið samfelagið í upploysing, og tað dettur sundur, fara aðrir skaðar eins og væta at seyra í rivum og sprungum, sum broytingar- nar hava voldað á samfelagsbygnaðin. Men frukturnar av rumblinum lutast sjálvdan provokatøri­num, sum rør í og gruggar vatnið til onnur at fiska í, og hesir epigonar (eftir­slógarar) eru uppaftur vandamiklari, tí teir virka á sama broytingarstøði, sum syndraði samfelagið.

Hann segði eisini, at ein skal vera sera sjálvglaður og innbilskur, um neyðugt er at oyðileggja støðið undir verandi skipan til tess at seta í verk egnu samfelagsáskoðan.