Fyrrverandi FC Barcelona-málverjin, Victor Valdes, er ikki longur í Manchester United, har hann ongantíð megnaði at spæla seg inn á liðið.
Manchester United boðar í dag frá, at felagið hevur leigað spanska málverjan út til Standard Liege, sum í løtuni er á 7. plássi í fremstu deildini í Belgia.
Sáttmálin hjá 34 ára gamla Victor Valdes við Manchester United gongur út í summar, so tískil verður hann mest sannlíkt ikki at síggja aftur í teirra búna.
Umboðsmaður hansara hevur áður sagt, at Victor Valdes ynskir at finna sær eitt annað felag í Premier League.