Jóannes Hansen
???????????????
Í Danmark stríðast flokkarnir um 175 tingsessir. Fyri at fáa lut í teimum er treytin, at flokkurin røkkur upp um tinggáttina, sum er tvey prosent (og so er luturin í minsta lagið fýra tingmenn), ella at ein valdømisvaldur sessur verður vunnin. Tað var á henda seinna háttin, at hálvi tvørámaðurin, Jacob Haugaard, í níti árunum vann sær tingsess í Århus.
Danmark er flokkað í 103 valøkir. Í teimum verður stillað upp, og flokkarnir hava støðugt hvør sítt valevni í hesum økjunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður ikki hugsað um uppstilling, tá ið valið er útskrivað. Uppstillingin er fingin frá hondini í valskeiðnum, meðan politisku viðurskiftini eru meiri friðarlig, enn tey eru, tá ið valið er útskrivað og alt er farið upp at kóka.
Tað er ymiskt, hvussu nógv valevnini taka lut í politiska lívinum í lokalu økjunum. Sum í øllum øðrum framkomnum londum er hugurin millum danir at skráseta seg sum limir í flokkum og at gera politiskt beinarbeiði ikki tann, sum hann var fyri nú nógvum árum síðani. Men áhugin fyri at velja er stórur. Í eitt nú Onglandi og USA er valluttøkan sjáldan oman fyri 60 prosent. Í Føroyum vóru 93 prosent á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani, og í Danmark velja eini 85 prosent.
Tey 103 økini eru aftur flokkað í seytjan valdømi. Hetta eru tey fjúrtan amtini og so trý stór-valdømi í høvuðsstaðnum, har Keypmannahavnar og Frederiks-berg kommuna eru býttar upp í Østre, Søndre og Vestre Storkreds.
Í valdømunum verða 135 val-dømisvaldir tingmenn valdir. Í hesum er talan um kapping millum flokkar og økir. Born-holm eigur tvey umboð, og Århus amt og Keypmannahavnar amt, sum er kommunurnar rundanum Keypmannahavnar kommunu, eiga fimtan valdømisvaldar tingmenn í part. Útrokningarhátturin er Ste Aigues. Tað vil siga, at har tað í Føroyum verður býtt við 1 og 2 og 3 og so víðari, so verður tað í Danmark býtt við 1 og so 3 og 5 og so víðari. Hesin útrokningarhátturin er meiri smáu flokkunum til fyrimunar, meðan tann, ið verður nýttur á løgtingsvalinum er meiri stóru flokkunum til fyrimunar. Umframt teir 135 valdømisvaldu eru 40 eykavaldir tingmenn í Fólkatinginum. Talið av eykavaldum er støðugt. Harvið eru altíð í Fólkatinginum 175 donsk umboð og so tvey fyri Grønland og tvey fyri Føroyar.
Til Løgtingið verður stillað upp í bókstavarøð. Tað vil siga, at øll valevnini eiga sama møguleika at vinna tingsessin. Hetta er ein av trimum mátum, sum tað verður stillað upp í Danmark. Síðustillað uppstilling, verður hetta nevnt.
Í Danmark verður eisini stillað upp á tveir aðrar hættir. Annar er, at flokkarnir gera av í hvørji røð tingmenninir verða valdir. Hetta kalla danir flokslistar. Listaatkvøðurnar fara fyrst til tann, ið er ovast í amtinum og so til hini. Hetta minnir um uppstillingina í nummarrøð, sum var galdandi á løgtingsvalunum til og við 1962.
Hin er uppstilling í økjunum. Tann, sum er ovast á listanum í lokala kredsinum, fær listaatkvøðurnar. Tað vil siga, at t. d. í Keypmannahavnar amti er tað soleiðis, at tann, sum er upp-stillaður fyri flokkin í Gentofte, fær listaatkvøðurnar har, og at tann, sum er uppstillaður í Glostrup, fær listaatkvøðurnar har. Hetta ber við sær, at tann, sum er uppstillaður í stórum økjum í amtinum, eitt nú Ballerup ella Albertslund, hevur størri møguleika at verða valdur, enn tann, sum er uppstillaður í minni øki. Tað kemur fyri, at sama valevni er uppstillað í fleiri økjum í sama valdømi.