Í morgin verður allarhelst endaliga avgjørt, um Føroyar skulu vera eitt ella fleiri valdømi. Á teimum fínu gólvunum í Løgtingshúsinum, eru tað nógv sum meta, at tað er Jenis av Rana, sum situr við lyklinum.
Í gjár atkvøddu 17 tinglimir fyri at gera Føroyar til sjey valdømi og 16 vóru ímóti og vildu varðveita landið sum eitt valdømi.
Í Miðflokkinum atkvøddu Bill Justinussen og Karsten Hansen fyri sjey valdømum, men Jenis av Rana vil varðveita eitt valdømi.
Men nú Gerhard Lognberg brádliga legðist sjúkur og Heðin Mortensen tók sæti á tingi, er meirilutan aftur koppaður til frama fyri at varðveita Føroyar sum eitt valdømi, tí Gerhard vildi hava sjey valdømi, men Heðin vil hava eitt og so verða 17 atkvøður fyri einum valdømi og 16 atkvøður fyri sjey valdømum.
Hinvegin eru tað nógv, sum hava varhugan av, at Jenis av Rana fer at broyta støðu á tingfundinum í morgin og fer at atkvøða fyri sjey valdømum og so verður tað samtykt, hóast Gerhard er úti og Heðin er inni.
Og satt at siga hevur Miðflokkurin ikki tikið endaliga støðu til, hvussu teir tríggir tinglimirnir fara at atkvøða í morgin.
Tingmanningin og floksleiðslan høvdu fund eina góða løtu um málið í dag.
Jenis av Rana sigur, at tað var ein góður fundur, har floksleiðslan gav teimum trimum tinglimunum vælsignilsi til at atkvøða eftir teirra sannføring.
Og Jenis av Rana sigur, at hann tekur undir við at Føroyar vera eitt valdømi, men at hann eisini heldur, at tað er dekan og tíðliga at broyta valskipanina aftur longu nú, eftir at Føroyar bara hava verið eitt valdømi í eitt val.
Hann sigur, at vælskipanin er ikki eitt prinsippmál fyri Miðflokkin og tí stendur tað tinglimunum frítt at atkvøða, sum teir vilja
Og sjálvur ásannar hann eftir fundin við floksleiðsluna, at tað skal nógv til, áðrenn hann broytir støðu.
Men hann viðgonur eisini, at tað er ikki fyrrenn í morgin, at tað skal atkvøðast og støðan verður umhugsað líka til tað verður trýst á knøttin.
Og hann útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri at allir tríggir tinglimirnir hjá Miðflokkinum enda í sama parti, tá avtornar.