Valdømini: Jenis kann koppa øllum á høvdið

Tað er komið rættiligt órógv í politisku skipanina síðani Portalurin fyri lítlari løtu síðani skrivaði, at uppskotið um at skipa Føroyar aftur í sjey valdømi fer at verða felt kortini, tá ið tað skal avgreiðast endaliga í morgin. Tá ið atkvøtt varð um málið í gjár, var tað akkurát samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti at skipa Føroyar í sjey valdømi. Men áðrenn tað verður endaliga avgreitt, skal Løgtingið samtykkja málið einaferð afturat.

Tað verður í morgin.

Men í nátt er Gerhard Lognberg blivin sjúkur og kann ikki møta á tingi. Sostatt skal Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú á ting og hann fer at atkvøða fyri einum valdømi.

Men allar súður eru ikki heilt syftar enn.

Í Miðflokkinum atkvøddu Karsten Hansen og Bill Justinusen fyri sjey valdømum, men Jenis av Rana atkvøddi ímóti.

Hinvegin sigur Jenis av Rana, at Miðflokkinum fer at halda fund nú á miðdegi at viðgera málið.

Umframt tingmenninar, er floksleiðslan í Miðflokkinum eisini boðsend at viðgera spurningin saman tingmanningini.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur altíð verið av teirri áskoðan, at vit eiga at verða eitt valdømi og hann, at tað er ov tíðliga at broyta tað aftur longu nú.

- Tí er tað ógvuliga lítið sannlíkt, at eg fari at broyta støðu og at atkvøða fyri sjey valdømum í tinginum í morgin.

- Tað skulu ómetaliga góðar orsøkir til at eg skal skifta meining. Men hinvegin vita vit eisini, at alt kann henda, so vit mugu bara bíða til í morgin, sigur Jenis av Rana.