Valbólkarnir eru óbroyttir

Hóast hon tók seg úr Framsókn, so er Annika Olsen enn partur av valbólkinum hjá samgonguni.

Sjáldan hevur ein politisk avgerð skapt so nógv løgfrøðiligt høvuðbrýggj, sum tá Annika Olsen, uttanflokkatingkvinna, tók seg úr Framsókn og legði nevndarsessin í fíggjarnevnd løgtingsins frá sær.


Óvist var hvør rætta mannagongdin er, tá tinglimur soleiðis leggur ein nevndarsess frá sær. Valbólkurin hjá samgonguni, tað er samgongan, Sonja Jógvansdóttir og Nýtt Sjálvstýri, vildu vera við, at tað er valbólkurin, ið velur nýggjan nevndarlim, meðan andstøðan metti, at tað er eitt broyt á tingskipanina og galdandi siðvenju.


Á seinasta tingfundi valdi valbólkurin hjá samgonguni tó ein nýggjan tinglim, og førdi tað við sær, at andstøðan kravdi eitt nýtt býti av nevndarsessum.


Óvist var tá, hvønn valbólk Annika Olsen hoyrdi til, so býtið av sessum kundi broytast í ein ávísan mun. Men tá málið varð lagt fyri tingið í dag, gjørdist greitt, sambært ting.fo, at Annika Olsen, sum í løtuni er í farloyvi, enn er ein partur av valbólkinum hjá samgonguni, og sostatt hevði eitt nýtt nevndarbýtið ikki broytt upp á valdsbýtið.


Uppskotið um nýtt býti av nevndarsessum fall eisini, tá tað kom til atkvøðugreiðslu.