P/F Valbjørn Dalsgarð á Argjum hevði lægsta tilboð uppá at gera smábarnaskúla við Sankta Frans Skúla í Havn, tá lisitatión var seinnapartin. Tilboðið var upp á slakar 8,5 mió krónur, sum er nakað lægri enn kostnaðarmetingin, og væl lægri enn mett varð, tá hendan byggingin var aktuell fyri nøkrum árum síðani, men ikki varð framd.
Trý onnur byggifeløg buðu upp á hetta sama arbeiði. Næstlægst var ÁTS í Kaldbak við sløkum 8,8 mió kr.
Teimum á baki kom Búsetur við 9 milliónum og 270 túsund krónum og síðani Articon við upphæddini 9 mió 273 túsund krónur.
J & K Petersen lat ikki boð inn.
Tilboðini verða nú gjøgnumgingin, og so fær kommunan tilmæli um, hvussu víðari verður farið fram.
Ætlanin er at avgreiða málið í býráðnum fyri summarfrítíðina, so farast kann undir byggingina.