Valarar hittast aftur

20. juni 2009 verður stórt valaratiltak á Seglloftinum á Tvøroyri.

Sama nevnd, sum fyri nøkrum árum síðan tók stig til væleydnaða valaratiltakið, skipar fyri. Nevndin sigur seg ikki verða bagna fyri at endurtaka eina succés, men roknar við at komandi tiltakið fer at verða enn betri, nú Seglloftið verður karmur um tiltakið.


Tiltakið er fyri øll, sum búgva, eru uppvaksin í Valinum ella hava tilknýti til Valin. Seinnapartin leygardagin 20. juni verður almennur valarafundur í Valarabrekkuni við røðum, sangi, undirhaldi og Tvøroyarar Hornorkestur spælir.


Eftir valarafundin verður “marcherað” við hornorkestrinum á odda oman til Thomsen, har forvitnisligar gamlar myndir og filmar úr Valinum verða vístir, og høvi verður at hitta gamlar vinir og kenningar á pubbini og á uttandura kaféini har eitt tónleikalið við valarum fer at spæla.


Um kvøldið verður Valaraball á Seglloftinum við spennandi matarskrá, undirhaldi og dansi. Tiltakið kostar 350 kr. fyri hvønn og skal gjaldast á konto: 9181 -1715064 í Eik í seinasta lagi mánadagin 8. juni. Kvittanin er atgongumerki.