Sofus Joensen
Kollafirði
Tað sum fekk meg at smílast er, at hvussu skal ein politikkari kunna takast fyri fult, tá hann ikki kann skriva ein tann einasta sáttmála undir, uttan at foreldrini eru hjá? Tú ert ikki myndigur, fyrr enn tú ert 18. 16 ára gomul kunnu ikki fara í Rúsuna at keypa sær eina øl, ella seks! Tey kunnu ikki keypa sigarettir, ella roykja. Tey kunnu ikki fáa koyrikort, ella koyra. Tey kunnu ikki fara í til dømis Elding at keypa eitt stereoanlegg upp á avbetaling, uttan at foreldrini vátta. Hetta er einki annað enn fullkomin panikkur hjá summum flokkum, at trároyna eftir teimum síðstu viðkvomu atkvøðunum.
Skal lógin broytast við nøkrum trúvirði á einum øki innan fyri ein bólk, so er neyðugt at broyta alt í bólkinum!