Valagn til pensionistar

Landstýrið hevur nú brúkt 3,75 ár til at finna útav, at okkara pensionistar hava brúk fyri einum bata. Í alla hesa tíð hava samgonguflokkarnir felt eitt ótal av andstøðuuppskotum í løgtinginum, sum høvdu til endamáls at bøta um korini hjá teimum gomlu. ? Men nú er val í hondum...

Ein fíggjarlóg bleiv samtykt fyri fáum vikum síðani, sum skuldi eitast fyri at hava eitt lítið yvirskot. Andstøðan á tingi, kanska serliga Sambandsflokkurin, hevur ferð eftir ferð víst á, at hetta fór at geva undirskot beinanvegin, tí sera nógvar eykajáttanir hava verið á hvørjum ári, meðan hetta landsstýrið hevur sitið.

Fíggjarlógin helt í eina viku
Longu tann 8. januar boðaði landsstýrið frá tí fyrsta uppskotinum, sum krevur meiri pening av fíggjarlógini. Hvar er nú yvirskotið farið ? Ein kundi freistast til at nevnt, at teir júst hava sagt nei takk til knappar 400 mil. kr. Sikkurt høvdu tær fløva í landskassanum nú !!!!

Kommunukassarnir skulu eisini gjalda ein fittan part av pensjónsuppskotinum. Tað eru ikki nógvar vikur síðani landsstýrið skuldi hava fíggjarætlanirnar frá kommununum. Hví fingu kommunurnar ikki at vita tá, at tær skuldu seta pening av til pensjónsuppskotið ?

Nú løgtingsfíggjarlógin skuldi samtykkjast, fekst ikki meiriluti fyri einum uppskoti, um at geva meiri til okkara gomlu. Eg læs nú ein dagin eina grein hjá einum pensionisti, har hesin eftirlýsti einum lista við nøvnunum á teimum løgtingsmonnum, ið stemmaðu ímóti hesum uppskoti. Hann brúkti sum grundgeving fyri at fáa hendan lista, at um nú allir pensionistanir ikki stemmaðu fyri hesum monnunum, ja, so komu teir ikki inn á ting við næsta val. Hetta hevur kanska fingið tingmenn at hugsa seg um, enn eina ferð og tað alvorligani.( Tí hvør vil ikki vera afturvaldur?)

Ein kann undrast yvir, hví hettar uppskot ikki kom fyri einari tíð síðani soleiðis, at hetta kundi verið við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002. Eitt er vist, tað hevur í bløðunum ikki skorta uppá skriving um, at okkara gomlu hava fingið ov lítið í teirra part. Eg veit líka, men er tað greinin, sum pensionisturin skrivaði, ið hevur sannført teir um, at her má nakað gerðast, annars vera vit ikki valdir aftur, so var bara væl skrivað.

Tað er eisini hugvekjandi, at hetta uppskot, tá tað kemur í gildið eftir tær drúgvu viðgerðir øll mál nú skulu hava, verður helst samtykt í mars. Sostatt kunnu penisionistanir í apríl fáa, ein kekk við afturvirkandi kraft til 1. januar og skuldi hetta givið umleið 1600 kr til hvønn. Tá eru einir 14 dagar eftir til valdagin ! Hetta kann tí ikki metast sum annað enn væl gjøgnumhugsa valagn.

Eg fari tó at vóna, at okkara gomlu fara at minnast eins og tann amerikanski veljarin gjørdi tað, tá í Bush eldri stillaði uppaftur. Hann hevði jú lova fyrru ferðina hann stillaði upp, at skattahækkingar komu ikki uppá tal. Tað tók tó ikki langa tíð, fyrr enn skattahækkingarnar komu ! Veljarin straffaði Bush fyri hetta og tí tapti hann valgið æðru ferð. Vit mugu bara vóna, at okkara pensionistar ikki gloyma, hvussu nógv teir hava verið forsømdir hetta valskeiðið, fyri síðan at vera nýttir til valgagn, 14 dagar undan at krossurin skal setast.

Allir batar bøta og fari eg tí at fegnast um, at okkara pensionistar fáa eina størri pension. Bert spell, at hetta skuldi misbrúkast til valagn.