Val í Turkalandi í dag

Í dag er tjóðartingsval í Turkalandi, og stórur spenningur er um úrslitið, hóast tað er greitt, hvør fer at vinna.

Tað er eingin ivi um, at AK-flokkurin hjá Tayyip Erdogan, forsætisráðharra fer at halda fram í landsins leiðslu eitt valskeið afturat. Turkaland hevur havt stóra búskaparframgongd undir verandi stjórn, og tað fara veljararnir at samsýna stjórnini.

Andstøðan ber ótta fyri, at AK-flokkurin fær einkarrætt til valdið, og at flokkurin fer at brúka sína støðu til at orða eina nýggja stýrisskipanarlóg uttan um andstøðuna. Eygleiðarar siga, at ger stjórnarflokkurin tað, kann tað elva til politiskan spenning.

Meiningakanningar undan valinum benda á, at AK-flokkurin fær millum 45 og 50 prosent av atkvøðunum. Ein spurningur er, um tann tjóðskaparsinnaði flokkurin hjá kurdunum sleppur inn um tinggátt. Í Turkalandi skal ein flokkur fáa minst 10 prosent av atkvøðunum fyri at fáa umboðan í tjóðartinginum, og meiningakanningarnar hava víst, at tann kurdiski flokkurin kann røkka hesum málinum í dag.