Alt bendir á, at stjórnarflokkurin varðveitir valdið eftir valið. 43 milliónir turkiskir veljarar kunnu í dag manna tjóðartingið av nýggjum, men alt bendir á, at talan verður ikki um ta stóru broytingina.
Meiningakanningar vísa, at Rættvísis- og Menningarflokkurin APK fer at varðveita stjórnarvaldið eftir valið, men tað er óvist, hvussu stórur meirilutin í tinginum verður.
Valið í Turkalandi í dag verður mett sum eitt tað týdningarmesta í mong ár. Ein orsøk er, at valið kann fáa avgerandi ávirkan á støðuna hjá herinum, sum vanliga hevur havt stórt vald, og harafturat hevur valið týdning fyri, hvørt Turkaland fer at nærkast ES ella ikki.