Val útskrivað í Ísrael

Tjóðartingið í Ísrael samtykti í gjárkvøldið at skriva út val, sum verður tann 22. januar. 100 av teimum 120 tinglimunum atkvøddu fyri.

Eftir skipanini skuldu ísraelsmenn ikki á val fyrr enn um eitt ár, men Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, segði í síðstu viku, at hann umhugsaði at framskunda valið. Orsøkina segði hann vera, at samgonguflokkarnir kundu ikki semjast um fíggjarlógina fyri 2013.

Meiningakanningar vísa, at Likud-flokkurin hjá Netanyahu og hansara samstarvsflokkar fara at vinna valið og at varðveita meirilutan í tinginum.