Val í Suðurafrika í dag

ANC, sum hevur havt valdið í Suðurafrika síðani 1994, vinnur eftir øllum at døma eisini valið í dag Gongst sum væntað fer ANC at vinna ein rættiliga greiðan sigur, og so verður formaðurin, Jakob Zuma, nýggjur forsætisráðharri.

Andstøðan hevur rikið eitt rættiliga hart valstríð og hevur millum annað víst á, at Jakob Zuma er skuldsettur fyri bæði svik og neyðtøku. Hann er kortini ongantíð dømdur.

Suðurafrika er illa plágað av fátækradømi, og júst tann fátæki parturin av fólkinum metir Jakob Zuma sum teirra bjargingarmann.

Sambært meiningakanningunum undan valinum fær ANC millum 60 og 66 prosent av atkvøðunum.