Val í Ísrael

Valið í Ísrael í dag verður kanska meiri spennandi, enn ábendingar undir valstriðnum hava bent á Tær seinastu kanningarnar benda á, at tað verður lítil munur á flokkinum Likud hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu og flokkinum Kadima hjá Tzipi Livni, uttanríkisráðharra. Tann seinasta metingin undan valdegnum sigur, at Likud fær millum 27 og 27 tinglimir, og at Kadima fær millum 23 og 25.

Harafturat vísa kanningarnar, at umleiðr 20 prosent av veljarunum hava ikki tikið støðu, hvønn tey fara at velja. Eitt annað, sum kann ávirka valið, er veðrið. Ísraelsku veðurmenninir hava sagt frá regni og vindi í dag, og tað plagar ikki at gagna høgraflokkunum, siga eygleiðararnir.

Upp undir valið hevur stórur spenningur verið um, hvussu stóra undirtøku flokkurin hjá tí víðgongda høgramanninum Avigdor Lieberman fer at fáa í dag.

Tað er tó lítið, sum bendir á, at flokkurin fær avgerandi ávirkan, tí Netanyahu hevur sagt, at hann fer heldur at skipa stjórn saman við Kadima ella sosialdemokratunum heldur enn flokkinum hjá Lieberman.