Alt bendir á, at tann konservativi Fólkaflokkurin PP fer at vinna stórsigur á spanska tjóðartingsvalinum í dag. Tær seinastu meiningakanningarnar hava víst, at flokkurin er eini 15 prosentstig framman fyri tann sosialistiska stjórnarflokkin, og tískil er lítil og eingin ivi um, at Spania fær eina nýggja leiðslu aftan á valið í dag.
Spania er eitt av evrulondunum, sum eru í trupulleikum, og formaðurin í PP, Mariano Rajoy (myndin), bað í gjár altjóða fíggjarmarknaðirnar geva teirri komandi sponsku stjórnini stundir til at loysa trupulleikarnar.
Politiskir eygleiðarar í Madrid siga, at tann nýggja stjórnin verður noydd at fremja umfatandi nýskipanir umframt stórar sparingar. Ein onnur ovurstór uppgáva verður at fáa bilbukt við arbeiðsloysið, sum er heili 21,5 prosent.