Val í Russlandi í dag

Í dag er tjóðartingsval í Russlandi, og eftir meiningakanningunum at døma er eingin ivi um, at flokkurin Sameint Russland fer at endurvinna valdið, og at Vladimir Putin heldur fram sum forsætisráðharri - fyribils í hvussu er.

Sambært meiningakanningunum varðveitir Sameint Russland meirilutan í Duma'ini, men flokkurin fær neyvan so greiðan meiriluta, sum hann hevur havt síðani seinasta val. Tá fekk flokkurin 315 av teimum 450 tingsessunum.

Tíðindastovurnar skriva úr Moskva, at rættiliga nógv fólk hava verið á vali har. Fyrrapartin vóru tað fyri tað mesta eldri fólk, sum vóru í atkvøðuhølinum, men seinnapartin hava eisini nógv yngri fólk verið og valt.

Tey seinastu valhølini lata aftur klokkan fimm seinnapartin okkara tíð.