Valúrslitið í Ísrael væntast seinni enn vanligt

Flerir val hava verið í Ísrael seinastu árini, men í dag verður øðrvísi vegna koronuatlit.

 

Tá ísraelar í dag fara á tjóðartingsval, er tað bara eitt ár síðani, at teir seinast valdu fólk í tjóðartingið í Jersualem.

Valið er tað fjórða seinastu tvey árini.

Les meira um valið her:

* 6,6 millióinir av teimum 9 milliónir íbúgvunum kunnu atkvøða.

* 13 flokkar stilla upp til tey 120 plássini í Knesset, sum er tjóðartingið í Jerusalem.

* Tað er fjórða valið upp á minni enn tvey ár. Tann parlamentariska støðan er fastlæst. Meiningakanningar siga, at valið helst ikki broytir ta støðuna.

 * Tað eru serlig viðurskifti vegna koronufarsóttina.

* Tað eru umleið 15.000 valstøð. 349 valstøð eru til veljarar við covid-19. 409 valstøð eru til veljarar í koronusóttarhaldi.

* Dronur verða sendar upp fyri at halda eyga við bíðirøðum á valstøðunum. Eru bíðirøðir, kunnu veljarar verða beindir til onnur valstøð.

* Valúrslitið er kanska ikki klárt í morginári, sum vanligt.

* Valnevndin hevur í morgin talt atkvøður, sum eru avgreiddar vanliga. Atkvøður frá koronuvalstøðum verða ikki klárar fyrr enn fríggjadagin. Atkvøður frá sendistovum Ísraels, úr fongslum og frá herfólki verða heldur ikki klárar fyrr enn fríggjadagin.

Keldur: Jerusalem Post, Ynetnews.com

/ritzau/