Kommunuval
- Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til kommunuval. Eg hevði vónað, at pláss fór at vera fyri mær í býráðnum, men at eg fór at fáa so stóra undirtøku, kom púrasta óvart á meg.
Tað sigur 45 ára gamli lambamaðurin, Magnus Rasmussen, sum á býráðsvalinum í Runavíkar kommunu í gjár gjørdist toppskorari millum øll valevnini við tilsamans 219 atkvøðum.
Næstur honum í persónligum atkvøðum – og á sama lista, lista A – gjørdist Beinta Olsen, sum fekk 162 atkvøður.
Úr øllum økinum
Magnus heldur, at hann hevur fingið atkvøður úr øllum økinum í Runavíkar kommunu – og ikki bara úr Lamba og miðøkinum.
- Atkvøðutalið er Lamba er ikki so stórt, og tí eru atkvøður komnar úr fleiri økjum, sigur hann.
Á býráðsvalinum hesaferð stillaði Hans Jacob Lamhauge í Lamba ikki uppaftur. Hann hevur sitið í býráðnum í tilsamans átta setur út í eitt, og seinastu tvey árini hevur hann verið borgarstjóri í kommununi.
- Jú, eg havi helst fingið nakrar av atkvøðunum, sum Hans Jacob plagdi at fáa, ásannar Magnus, sum annars er lærari við Runavíkar kommunuskúla.
Ikki dýrt val
Vit spurdu eisini toppskoraran, um hann hevur gjørt nógv burtur úr undan valinum.
- Nei, eg havi ikki leikað so nógv í. Eg havi skrivað tvær greinar í bløðunum, og eg havi sent ein faldara í húsini. Haraftrat var eg við á tveimum valfundum undan býráðsvalinum.
Hann sigur, at hetta hevur ikki verið nakað kostnaðarmikið valstríð fyri seg, og hann vísir á, at hann eitt nú eingi sms hevur sent, sum annars er vorðið ein partur av valstríði.
Magnus er giftur Eydnu, sum er úr Fuglafirði, og tey eiga ein drong (13) og eina gentu (10).
- Í valstríðnum havi eg serliga lagt dent á tann fíggjaliga partin, eins og eg havi lagt dent á umhvørvi og útjaðaran í kommununi.
Hann sigur, at útmeldingin um útjaðaran í kommununi, sum nú fevnir um eitt nógv størri øki enn áður, ivaleyst hevur havt sína ávirkan á atkvøðutalið kring um í bygdunum.
- Annars er ilt at siga, hvør høvuðsorsøkin er til, at eg fekk so stóra og púrasta óvæntaða undirtøku, leggur Magnus aftrat.
Borgarstjóri
Seinni í dag verður fundur um, hvussu nýggja býráðið í Runavíkar kommunu skal skipa seg.
- Tað eri eg, sum taki stig til hendan fundin, og málið hjá mær verður at fáa í lag eitt so gott samstarv í nýggja býráðnum sum gjørligt.
Vit spurdu eisini Magnus, um hann tekur við býráðsformansstarvinum, um tað kemur at standa honum í boði.
- Um eg fái hetta høvi, taki eg av, sigur toppskorarin avgjørdur.