Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, kunngjørdi seinnapartin, at val verður til tjóðartingið í Dublin tann 25. februar, og at hann fór at biðja forsetan, Mary McAleese, senda tingið heim.
Ætlanin er so, at tað nývalda tingið skal halda sín fyrsta fund tann 9. mars.
Brian Cowen kunngjørdi herfyri, at hann fer ikki at stilla upp til tjóðartingið.
Fyri stuttum fór hann frá sum formaður í flokkinum Fianna Fail, sum eftir øllum at døma fær ein frammaná á valinum seinni í mánaðinum.
Meiningakanningar vísa, at miðhøgraflokkurin Fine Gail og miðvinstraflokkurin Labour fara at vinna valið. Teir báðir flokkarnir hava sagt, at teir ætla sær at tingast av nýggjum við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um tær 633 milliardir krónurnar, sum stjórnin hjá Brian Cowen hevur lænt fyri at fáa Írland ígjøgnum búskaparkreppuna.