Hóskvøldið 20. oktober klokkan 19.30 verður ein fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni, har valserfrøðingurin Jóannes Hansen fer at tosa um val og valtøl í Norðoyggjum.
Nú løgtingsvalið nærkast hava tey á Klaksvíkar Bókasavni valt at varpa ljós á val í Norðoyggjum. Í hesum sambandi fer Jóannes Hansen hóskvøldið 20. oktober kl. 19.30 at tosa um val og valtøl í Norðoyggjum.
Jóannes Hansen er uppvaksin í Klaksvík og er útbúgvin cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi. Jóannes hevur fleiri av undanfarnu valum verið viðmerkjari hjá Kringvarpi Føroya valkvøldið.