Val í Niðurlondum

Í dag er tjóðartingsval í Niðurlondum, og okkurt bendir á, at tann høgravendi flokkurin hjá Gert Wilders fer at tvífalda sítt tingmannatal. Meiningakanningar benda á, at tann liberali flokkurin VVD skal hava stuðul frá tveimum flokkum fyri at skipa stjórn.

Undanfarna stjórnin slitnaði í februar, tí hon kundi semjast um at leingja tíðina hjá teimum niðurlendsku hermonnunum í Afghanistan. Tað er kortini ikki spurningurin um Afghanistan, sum hevur fingið mesta umrøðu í valstríðnum, men heldur tann tronga búskaparstøðan.

Men spurningurin um teir nógvu innflytararnar hevur eisini verið nógv frammi, og tað gagnar Frælsisflokkinum hjá Gert Wilders.

Gert Wilders var limur í liberala floklkinum VVD, áðrenn hann stovnaði Frælsisflokkin í 2004. Politiskir eygleiðarar siga, at spurningurin er nú, um flokkarnir kunnu semjast um at skipa stjórn.