Hann sigur eitt sindur háandi við meg: "Tú roknar væl framvegis við, at fullveldi verður veruleiki." Eg svaraði ja, at tað gjørdi eg. Aftursvarið eg fekk var: "Jógvan, tú ert tann mest romantiski persónur, eg nakrantíð havi kent." Mítt svar var, at tað var eg glaður fyri at hoyra, men eg kundi bara ikki siga tað sama um hann. Hann hevur seinastu 2-3 árini brúkt meginpartin av síni orku at forða fyri, at Føroyar fingu síni sjávsøgdu rættindi við sjálvræði.
Sami maður hevur um dagarnar grein í bløðunum í sambandi við fókatingsvalið. Hann sigur, at valið er eitt val um hugsjónir. Hugsjónirnar, ið verða settar upp ímóti hvørja aðrari eru: tjóðskaparligt frælsi og menniskjansligt frælsi. Formaður Javnaðarflokksins vil gera tað til, at teir ið ynskja og arbeiða fyri tjóðskaparligum frælsi hjá einum fólki ikki hugsa um tað menniskjansliga frælsi og vælferðina hjá einstaklinginum.
Einki kann vera skeivari enn hetta. Øll fólk og allar tjóðir ynskja at ráða sær sjálvum og taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum. Í allar flestu førum hevur hetta eisini við sær, at fólk individuelt eisini fáa tað betri enn, um tey ikki høvdu tjóðskaparligt frælsi. Hin vegin kunnu fólk eisini fáa tað fíggjarliga gott, um onkur annar rindar fyri tey. Men tá hava tey ikki frælsi, heldur ikki menniskjansligt frælsi. Eingin, sum bert tekur ímóti, uttan at hava gjørt nakað fyri tað, hevur persónligt frælsi. Tað verður mangan sagt, at tann, sum er niðurbundin í skuld, hevur mist frælsi, tí lánveitarin hevur tikið tað frá honum. Hesin kann kortini royna at rinda skuldina aftur og harvið gerast frælsari. Hinvegin er tann, sum livir av, at annar rindar fyri hann uppaftur meiri ófrælsur, um hann heldur, at hetta er ein góð varandi skipan, sum hann einki ger fyri at broyta.
Føroyingar standa í dag á einum vegamóti. Í skjótt farna løgtingsvalskeiði hevur landsstýrið arbeitt fyri størri sjálvbjargni og fingið samtykt eina greiða ætlan fyri sjálvstýri Føroya fólks. Komandi fólkatingsval fer at geva eina ábending um fólkið á komandi løgtingsvali fer at taka undir við hesi ætlan.
Arbeiðið hjá núverandi landsstýrissamgongu hevur bøtt nógv um flestu samfelagsøki, og sjálvstýrisætlanin ber í sær, at Føroyar í framtíðini kunnu skipast sum eitt gott, sterkt og liviligt samfelag. Um ikki verður tikið undir við sjálvstýrisætlanini, hendir eingin bati, og land okkara verður bert meira heft at øðrum landi, og endin verður, at vit heldur ikki kunnu taka avgerðir um okkara gerandisdag.
Fólkaflokkurin hevur havt leiðsluna í verandi samgongu. Fólkaflokkurin hevur verið samskiparin og semjarin av sjálvstýrisætlanini. Fólkaflokkurin hevur tí eisini uppiborið tykkara stuðul á fólkatingsvalinum hin 20. november.